Menu
Press Releases

If you would like to be alerted when a new Report or Presentation is added to this site, please register with the alert service.

Boringin av Bister leitibrunninum í Norskahavinum er byrjað

Faroe Petroleum boðar frá, at nú verður Bister leitibrunnurin í Norskahavinum boraður, sum Faroe eigur 7,5% í. Bister leitimiðið liggur á sama teigi sum Hyme framleiðslueindin, og har Snilehorn fundið varð gjørt í 2013. Eisini liggur teigurin tætt við Njord framleiðslueindina, sum Faroe eisini eigur 7,5% í.

Bora verður eftir kolvetnum í somu jarðarløgum, sum Hyme og Snilehorn keldurnar eru, tí seismiskar kanningar benda á, at Bister leitimiðið líkist hesum báðum keldunum.

Statoil (35%) er fyristøðufelag, og tað verður Transocean Spitzbergen boripallurin, sum verður nýttur til boringina. Hini feløgini, sum luttaka í boringini, eru GDF Suez (20%), E.ON (17.5%), Core Energy (17.5%) og VNG (2.5%). Havdýpið har borað verður er 260 metrar.

Graham Stewart, forstjóri, sigur í viðmerking, at felagið er fegið um, at Bister leitibrunnurin nú verður boraður, sum ein uppfylgingarbrunnur til tað týðandi Snilehorn fundið á sama loyvi og nær við Njord undirstøðukervi. Í komandi mánaðum eisini ætlanin at bora tann fyrra av tveimum uppfylgingarbrunnum á Blink og Boomerang leitimiðunum, ið liggja tætt við stóra Pil fundið (Faroe 25%).

Faroe Petroleum er tað mest virknað felagið í Noregi, sum er skrásett á keypsskálanum í London. Hóast torførar marknaðumstøður, miðjar felagið eftir vøkstri í 2015 við eini boriætlan, ið er fult fíggjað, og sum fær fyrimunir av norsku leitiskattaskipanini.

Fullfíggja tíðindaskriv á enskum sæst á heimasíðu felagsins www.fp.fo

 

Bister Tíðindaskrivið 280415a 2