Menu
Press Releases

If you would like to be alerted when a new Report or Presentation is added to this site, please register with the alert service.

Úrslitið av Skirne East (Shango) leitibrunninum

Faroe Petroleum boðar frá úrslitinum av Skirne East (Shango) leitibrunninum, ið nú er liðugt boraður, og sum felagið eigur 20% av. Total Norge er fyristøðufelag á leitimiðinum, sum liggur í norska partinum av Norðsjónum.

Leitibrunnurin er eitt lítið gassfund, sum er í eini 10 metra gassflá. Gassið er av sera góðari góðsku. Mett verður, at støddin á gassfundinum er millum 3 og 10 mió. tunnur av oljulíkum (“mmboe”), sum kunnu fáast tilvega. Hetta gevur 0,6 til 2,0 mió. tunnur av oljulíkum (“mmboe”) netto til Faroe. Partarnir fara nú at viðgera eina møguliga útbygging av fundinum.

Byrjað varð at bora Shango leitibrunnin 13. mars 2015, og borað varð niður á 2.366 metra dýpi. Skirne East leitimiðið liggur á leitiloyvi PL 627 í norska partinum av Norðsjónum, norðaliga á Utsira rygginum, og umleið 5 km frá framleiðslueindini Skirne, sum Total er fyristøðufelag fyri. Total eigur 40%, Centrica eigur 20% og Det norske eigur 20%. Leif Eriksson boripallurin varð nýttur til boringina. Brunnurin verður nú typtur og fráfarin.

Graham Stewart, forstjóri, sigur í viðmerking, at felagið er fegnast um úrslitið av Skirne East brunninum. Sjálvt um støddin á fundinum er minni enn væntað, so er ein útbygging møgulig, tá hugsað verður um, at Atla fundið, sum er um somu stødd sum Skirne East, nýliga varð útbygt. Í komandi mánaðum verður byrjað at bora tann fyrsta av tveimum uppfylgingarbrunnum á tí týðandi Pil fundinum, sum Faroe eigur 25% av. Síðani verður borað á Bister leitimiðinum, sum eisini er ein uppfylgingarbrunnur á tí týðandi Snilehorn fundinum, sum liggur tætt við Njord leiðina.

Fullfíggja tíðindaskriv á enskum sæst á heimasíðu felagsins www.fp.fo